BankNordik hevur stuðlað standmyndini av Marmenlinum
Sunnudagin 23. august varð standmyndin av Marmenlinum avdúkað í Elduvík. BankNordik er ein av høvuðsstuðlunum hjá verkætlanini, sum bygdarfelagið í Elduvík tók stig til í 2016, og sum skal vera við til at varðveita gomlu søgnina um Marmennilin.
Tað er kendi listamaðurin og myndahøggarin Hans Pauli Olsen, sum hevur gjørt standmyndina úr bronsu. Í sambandi við avdúkingina av nýggju standmyndini var eitt hátíðarhald við Vambaklett í Elduvík, har Marmennilin skal standa.