BankNordik høvuðsstuðul hjá Cabaret
BankNordik er høvuðsstuðul hjá nýggja sangleikinum Cabaret, sum verður framførdur av næmingum á Glasi í næstum. Hetta er 10. sangleikurin í røðini, og samstundis er tað fyrstu ferð, at leikurin verður á Glasi.
Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik og Steinbjørn Hardlei, rektari A Glasi
Samstarvið við Glasir er ein týdningarmikil liður í okkara ætlan um at økja sambandið enn meira við føroysk ung og lesandi. Vit hava lagt nógva orku í at menna okkara tilboð til hendan málbólkin - bæði til ung her í Føroyum og eisini til ungar útisetar. Vit hava millum annað snikkað eitt talgilt univers, har ung fáa kunning um alt frá at fjakka til at skriva eina góða umsókn til eitt nú fyrsta starvið.