Avmarkað tænasta á deildunum næstu vikurnar

Í BankNordik vilja vit gera okkara til tess at fyribyrgja smittu við koronavirusi. Í tí sambandi verður eingin avgreiðsla á okkara deildum kring landið frá 16. mars og fyribils til og við 24. apríl.

Hóast tað ikki ber til at koma inn á deildirnar at fáa hjálp næstu tíðina, ber tað framvegis til at avgreiða flestøll viðurskifti við at seta seg í samband við okkum á telefon, við telduposti og á øðrum miðlum.

Soleiðis brúkar tú okkum komandi tíðina
Vit heita á okkara viðskiftafólk um at seta seg í samband við okkum á telefon, telduposti, kjatti ella í Netbankanum. Allir fundir við kundar og samstarvsfelagar verða hildnir sum netfundir næstu vikurnar. Hetta er ein ómakaleys loysn, og sum kundi kanst tú fáa hjálp frá tínum ráðgeva sum vant, hóast tit ikki sita saman.

Tað ber sostatt ikki til at koma inn í bankan at avgreiða peningaligu viðurskiftini sum vant.

Bráðfeingishjálp
Hevur tú tørv á bráðfeingishjálp - t.d. um gjaldskortið er blivið burtur, og tú ongan reiðan pening hevur - ber tað framvegis til at fáa hjálp.

Finn okkum her:

  • Ring 330 330
  • Send okkum teldubræv á kundi@banknordik.fo
  • Halt netfund við tín ráðgeva
  • Brúka sjálvtøkur til at seta pening inn og til at taka út – eisini evrur
  • Skriva til okkara í Netbankanum
  • Kjatta við okkum á heimasíðuni
  • Fylg okkum á Facebook