Hjálparpakkar til vinnukundar
Fyritøkur kunnu fáa hjálp úr fleiri ymiskum hjálparpakkum í sambandi við COVID-19. Setið tykkum í samband við tykkara ráðgeva í bankanum fyri at fáa meira at vita um treytir og møguleikar.
Hjálpartiltøk hjá BankNordik ætlað vinnukundum
Í BankNordik vilja vit fegin hjálpa føroyskum fyritøkum væl ígjøgnum fíggjarligu avbjóðingarnar komandi tíðina. Tí hava vit sett serligu tiltøkini niðanfyri í verk til tess at hjálpa vinnukundum, ið hava mist ella vænta at missa umsetningin fult ella lutvíst orsakað av COVID-19:
- Møguleiki at fáa avdráttarskáa og harvið útseta lánsgjøld í upp til 6 mánaði
- Møguleiki at fáa eyka gjaldførishjálp
Allir fyrispurningar viðvíkjandi hjálpartiltøkunum verða viðgjørdir við støði í viðurskiftunum og fíggjarstøðuni hjá einstaka kundanum.
Almennir hjálparpakkar
Legg til merkiks: Almennu tiltøkini verða tillagað so hvørt. Upplýsingarnar niðanfyri eru dagførdar tann 30. juni 2020.
Vækstfonden
- Ein skipan, ið ger tað møguligt at fáa lán ella kreditt í bankanum við trygd frá Vækstfonden. Fyritøkur kunnu fáa hjálp frá Vækstfonden, um tær hava staðfest ella vænta at staðfesta í minsta lagi 30% í mistum umsetningini í einum tíðarskeið á 14 dagar galdandi frá 1. mars til 30. september 2020 orsakað av COVID-19. Fyritøkur, ið vilja hava meira at vita um møguleikarnar og treytirnar fyri at brúka skipanina hjá Vækstfonden, eru vælkomnar at seta seg í samband við okkum.
Les meira á heimasíðuni hjá Vækstfonden.
Eksportkreditfonden (EKF)
Eksportkreditfonden hevur víðkað sítt tænastuútboð í sambandi við COVID-19, og hesi tiltøk eru sett í verk:
- Gjaldføriskautión til smáar og miðalstórar fyritøkur. Gjaldføriskautión gevur útflutningsfyritøkum møguleika at taka nýggj lán í bankanum til tess at tryggja nøktandi gjaldføri, afturfyri at Eksportkreditfonden veitir bankanum trygd fyri lánið. Fyritøkur, ið eru áhugaðar í at fáa meira at vita um møguleikar og treytir í hesum sambandi, eru vælkomnar at seta seg í samband við okkum.
- Víðkað endurtrygging av privatum kreditttryggjarum. Verandi endurtryggingarskipan verður víðkað til eisini at fevna um OECD-lond. Hetta skal gera tað lættari hjá útflutningsfyritøkum at fáa endurtrygging fyri útistandandi skuld hjá kundum í OECD-londum, sum eitt nú fevnir um lond í Evropa. Fyritøkurnar skulu søkja um at fáa gagn av hesum tiltaki gjøgnum eitt kreditttryggingarfelag.
Les meira á heimasíðuni hjá Eksportkreditfonden.
Aðrir hjálparpakkar til føroyskar fyritøkur
- Freistin at gjalda MVG fyri ársins fyrsta ársfjórðing er útsett frá 11. mai 2020 til 16. november 2020. Les meira her
- Lønarískoyti til privatar fyritøkur, ið hava sent starvsfólk til hús orsakað av COVID-19, tó uttan at hava sagt tey úr starvi. Les meira her
- Sjálvstøðug vinnurekandi kunnu tekna eina arbeiðsloysistrygging uttan bíðitíðina, ið vanliga er 1 ár. Les meira her
- Víðkaður møguleiki fyri at fáa lønarútreiðslur endurgoldnar frá 1. fráverudegi hjá starvsfólki. Les meira her
- Sjálvstøðug vinnurekandi kunnu tekna eina dagpengatrygging og fáa dagpengaveiting dagin eftir, at tryggingin er teknað og tryggingargjaldið goldið. Les meira her