Tre teenagere og en mobil

Skúlanæmingar kunnu læra um fíggjarviðurskifti á netinum

Frá 24. mars til 31. mars kunnu føroyskir fólkaskúlanæmingar luttaka í væl umtóktu undirvísingini í fíggjarligum viðurskiftum, sum Finans Danmark skipar fyri í samstarvi við danskar støddfrøðilærarar.

”Pengeuge” er heitið á árligu donsku undirvísingarvikuni, ið hevur til endamáls at geva børnum og ungum eina grundleggjandi fatan av fíggjarviðurskiftum og harvið gera tey tilvitað um egin peningaviðurskifti, nýtslu, lán o.a. Undirvísingin er serliga ætlað næmingum í 7.-9. flokki, men allir skúlar og lærarar kunnu brúka undirvísingartilfarið, sum er framleitt til høvið. Undirvísingarvikan plagar at vera sera væl umtókt, og í fjør luttóku 780 danskir skúlaflokkar.

Góður møguleiki hjá føroyskum næmingum

Vanliga ber tað ikki til hjá føroyskum næmingum at luttaka, av tí at undirvísingin bert plagar at fara fram á donskum skúlum. Orsakað av koronasmittuni er undirvísingin í ár tó skipað sum fjarundirvísing á netinum, og tí kunnu føroyskir næmingar eisini fáa gagn av undirvísingartilfarinum, meðan teir í hesum døgum arbeiða heimanífrá.
Undirvísingin byrjar týsdagin 24. mars, og næmingarnir kunnu stroyma undirvísingina beinleiðis á netinum. Alt tilfarið verður harumframt tøkt á heimasíðuni, so tað ber eisini til at brúka tað í undirvísingini seinni, um lærarar meta tað liggja betur fyri.

Skráin komandi vikuna

Týsdag 24. mars kl. 8: Privatøkonomi – Niveau 1 Viden om Penge (til 7. flokk)

Mikudag 25. mars kl. 13:30: Privatøkonomi – Niveau 2 Styr på dine penge (til 8.-9. flokk)

Hósdag 26. mars kl. 13: Samfundsøkonomi

Týsdag 31. mars kl. 10: Unge og digital sikkerhed

Hent leinki

Um lærarar hava spurningar hesum sambandi, kunnu teir seta seg í samband við fyriskipararnar á mail@pengeuge.dk.