Tagnarskylda er skylda at tiga

Søgan um, at ein føroyskur peningastovnur møguliga er misbrúktur til hvítvasking vekir eyðsæð ans í Føroyum. Kringvarp Føroya hevur í fleiri umførum vent sær til BankNordik við spurningum um málið, sum verður nógv umrøtt í hesum døgum, men bankin hevur hvørja ferð víst til hvítvasklógina, sum bankin hevur lógarskyldu at halda. Hvítvasklógin áleggur bankanum tagnarskyldu, ið merkir, at bankin undir ongum umstøðum kann úttala seg um ítøkilig mál. Tagnarskyldan merkir sostatt, at bankin hevur skyldu til at tiga - í óavmarkaða tíð.

Revsivert at bróta tagnarskylduna

Um bankin gongur ynskinum hjá fjølmiðlum á møti og svarar spurningum um ítøkilig mál, er tað lógarbrot og revsivert. Tað er galdandi uttan mun til, um bankin hevur almennar ella privatar eigarar, annaðhvørt illgrunin viðvíkur smáum ella stórum peningaupphæddum, og hóast politikarar og fjølmiðlar royna at trýsta bankan til at bróta lógina fyri at fáa svar um ítøkiligar spurningar.

Av omanfyrinevndu orsøkum ber tí ikki til hjá bankanum at viðmerkja ítøkiliga málið.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv