Vaksandi áhugi fyri at seta búgv uttan fyri høvuðsstaðin
Í roknskapinum hjá BankNordik fyri ársins fyrstu 9 mánaðir sæst, at nógv virksemi var á bústaðarmarknaðinum í tíðarskeiðinum, og bankin veitti fígging til keyp, nýbygging og umvæling um alt landið. Áhugin fyri at seta búgv aðrastaðni enn í høvuðsstaðarøkinum er vaksandi, og størsti vøksturin í miðalprísum fyri sethús er uttan fyri Tórshavn.
Vøkstur í realkredittlánum
Søguliga hava føroyingar fíggjað bústaðin við bankaláni, men seinastu árini eru viðskiftafólkini í størri mun farin at velja eina samanseting av realkredittláni og vanligum bankaláni. Samanborið við sama tíðarskeið í fjør er vøksturin í realkredittlánum 14%.