Fíggjareftirlitið góðkent nýggju stjórarnar
Turið F. Arge og Heini Thomsen hava fingið fit and proper-góðkenning frá Fíggjareftirlitinum.
Herfyri boðaðu vit frá, at nevndin í BankNordik hevði sett Turið F. Arge og Heina Thomsen sum nýggjar stjórar frá 1. juli. Farið varð alt fyri eitt undir tilgongdina at fáa til vega neyðugu fit and proper-góðkenningina frá Fíggjareftirlitinum, ið er ein fortreyt fyri at kunna røkja stjórastarv í einum peningastovni.
Fíggjareftirlitið hevur nú góðkent Turið F. Arge og Heina Thomsen sum stjórar, og tey bæði manna stjórnina í samtakinum saman við Árna Ellefsen, til hann leggur frá sær.
Turið F. Arge hevur starvast í BankNordik síðan 2007, og hevur drúgvar og breiðar leiðsluroyndir úr bankanum. Heini Thomsen er statsaut. grannskoðari og hevur seinastu mongu árini starvast hjá grannskoðanarfyritøkuni Januar.
Í sambandi við stjórasetanina metir bankin tørv vera á at tillaga uttanhýsis grannskoðanina, og tí verður kallað inn til eykaaðalfundar mikudagin 17. august, har mælt verður til at velja PwC sum nýggjan uttanhýsis grannskoðara.