BankNordik-savnið hevur keypt seks listaverk eftir Silju Strøm

BankNordik-savnið hevur keypt seks listaverk eftir 36 ára gomlu Silju Strøm. Silja Strøm er uppvaksin í Vestmanna, men býr í London. Hon hevur lisið á The Glasgow School of Art í Skotlandi frá 2007-2011 og á The Academy of Fine Art í Eysturríki frá 2009-2010. Hon vitjar javnan í Føroyum og hevur framsýningar her og úti í heimi.

Savnið fær 150.000 kr. um árið til at keypa føroyska nútíðarlist fyri. Endamálið er at endurnýggja og framtíðartryggja savnið, samstundis sum, at mann stuðlar føroyskari nútíðarlist.

Í tíðindaskrivi skrivar BankNordik-savnið soleiðis um verkini:

"Tey eru ljós og hava fleiri pastelllitir. Litirnir liggja í fleiri løgum og skapa rúmd í myndunum. Úrslitið er tí eitt ljóst ævintýrakent huglag, sum endurspeglar lívsgleði og vón." 

Silja1

Silja nýtir nógv kroppin sum myndevni og viðger viðurskifti millum menniskju, umhvørvi, lutir og annað. Stílurin er abstraktur og figurativur.

"Tað krevur tol og umhugsni hjá áskoðaranum at skilja, hvat veruliga gongur fyri seg í myndunum; hvørjar søgur Silja vil fortelja. Tað er ein spennandi ferð inn í listina hjá einum listafólki", skrivar BankNordik-savnið.

BankNordik-savnið hevur seks ár á baki. BankNordik lat savninum 623 listaverk í gávu, og síðani 2020 hevur BankNordik latið savninum 150.000 kr. árliga. Við stuðlinum hesi árini hevur savnið ognað sær 32 nýggj listaverk frá átta listafólkum.

Savnið hevur til endamáls at umsita og viðlíkahalda listina, umframt at savnið skipar fyri sersýningum og lænir listaverk út til søvn og almennar og privatar stovnar.

Sllja2

Silja3

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv