Rentuhækking
Eftir at evropiski miðbankin og danski tjóðbankin í síðstu viku aftur hækkaðu rentuna, fer BankNordik í næstum at hækka rentur á privatum og vinnuligum innlánum og útlánum. Rentan fyri vinnukundar hækkar tann 10. apríl og fyri privatkundar tann 26. apríl 2023 sum lýst niðanfyri.
Privat
- Innlánsrentur hækka við upp til 0,50%-stigum p.a.
- Útlánsrentur hækka við upp til 0,30%-stigum p.a.
Vinna
- Innlánsrentur hækka við upp til 0,50%-stigum p.a.
- Útlánsrentur hækka við upp til 0,50%-stigum p.a.
Dekort á 3 og 12 mðr. bundnum kontum
Frameftir verður galdandi, at um peningur verður tikin út í úrtíð, skal eitt gjald rindast, ið svarar til verandi rentustig umframt 0,50%-stig. Broytingarnar verða at síggja her á heimasíðuni, tá ið tær fáa gildi.