Føroya Banki - Netbankin er fyri øll

Føroya Banki mennir nýggjar talgildar loysnir til kundarnar

Føroya Banki leggur seg eftir støðugt at menna sínar talgildu pallar, soleiðis at kundar lætt og einfalt kunnu fáa yvirlit yvir síni fíggjarviðurskifti. Bankin kemur nú við einari nýggjari funku, ið gevur kundum møguleika skjótt og lætt at stovna egnar samansparingarkontur í netbankanum.

Fyrst í Føroyum

Bankin leggur seg eftir at vera ein virkin viðleikari í talgildu samfelagsmenningini og gevur sítt íkast við at menna loysnir, ið stimbra og stuðla hesum máli. At kundar í Føroya Banka nú kunnu stovna sær kontur beinleiðis í netbankanum er ein varði á talgildu leiðini hjá bankanum.

“Vit hava arbeitt við at kunna leysgeva hesa snildu funku í eina tíð, og tí eru vit sera fegin um at kunna bjóða kundunum enn eitt amboð, ið ger tað lættari at stýra egnum fíggjarviðurskiftum. Í fyrsta umfari ber bert til at stovna samansparingarkontur, men vit arbeiða við at talgilda og einfalda uppaftur fleiri tænastur,” sigur Brian Smedemark, rakstrarstjóri í Føroya Banka.

Føroya Banki er fyrsti føroyski peningastovnurin, ið bjóðar hesa funku í netbankanum, og talan er tí um slóðbrótandi nýtt á talgilda økinum. Menningin er farin fram í tøttum samstarvi við føroyskar veitarar.

Tekur nøkur sekund at stovna eina kontu

Tað tekur bara nøkur sekund at stovna eina samansparingarkontu í netbankanum og at undirskriva talgilt. Nýstovnaða kontan sæst síðani á kontuyvirlitinum hjá kundanum, næstu ferð hann ritar inn í netbankan. Tólmennið, ið bankin hevur ment, og sum ger hesa sera skjótu avgreiðslutíð møguliga, letur upp fyri enn fleiri líknandi funkum, ið fara at betra um kundaupplivingina á talgildu pallunum hjá bankanum í framtíðini.

Fleiri funkur á veg

Netbankin er í dag eitt týðandi amboð í gerandisdegnum hjá flestu føroyingum. Hagtøl hjá bankanum vísa, at omanfyri 80% av øllum innritanum í netbankan eru frá snildfonini. Tað merkir, at tað ber til at avgreiða síni fíggjarviðurskifti, sama hvat klokkan er, og uttan mun til, hvar fólk eru stødd. Og í bankanum vita tey, at júst hetta at kunna avgreiða síni viðurskifti, tá ið tað hóskar kundanum, hevur alsamt størri týdning fyri tann einstaka.

“Vit vilja fegin gera tað møguligt hjá fólki at brúka tíðina til tað, ið hevur týdning fyri tey. At flyta pengar ella stovna kontur skal vera lætt og einfalt, so tíðin kann brúkast til annað týdningarmikið. Vit arbeiða tí við ymiskum øðrum á talgilda økinum, ið skal vera við til at lætta um gerandisdagin hjá kundunum. Til dømis ber nú eisini til at virkja gjaldskort í netbankanum, og harumframt eru aðrar funkur ávegis,” sigur Brian Smedemark.

Lætt og ókeypis

Í Føroya Banka eru tey tilvitað um, at fólk í alsamt størri mun vilja hava møguleika at avgreiða síni fíggjarviðurskifti talgilt, og tá ið tað hóskar teimum. Tí valdi bankin fyrr í ár at gera netbankan ókeypis, soleiðis at henda so grundleggjandi tænasta nú er atkomilig uttan kostnað fyri allar kundar í bankanum. Áhaldandi talgilda menningin fer at gera netbankan til eitt uppaftur meiri gagnligt amboð, so hvørt sum nýggj talgild amboð verða ment.

Meira at vita

Brian Smedemark, rakstrarstjóri í Føroya Banka, tel. 230 555

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv