Uppaftur tryggari at skráseta títt kort til Apple Pay og Google Pay
Frameftir verður tað uppaftur tryggari at skráseta títt gjaldskort í "wallet" á tínari snildtelefon, sum m.a. ger tað møguligt at brúka Apple Pay og Google Pay.
Nú skal kortið skrásetast til "wallet" beinleiðis í Netbankanum. Tað er líka so lætt at gera sum í wallet appini, men fyri at gera tað tryggari, skalt tú gera tað í Netbankanum.
Um títt gjaldskort longu er í "wallet", so skalt tú einki gera.
Soleiðis gert tú:
- Logga inn á Netbankan
- Trýst á "Valmynd" niðast í høgra horni
- Trýst á "Míni kort"
- Vel tað kortið, sum tú vilt skráseta í ”wallet”
- Trýst á "Føj til Apple Wallet"/"Føj til Google Pay" og halt fram