Føroya Banki lækkar renturnar

Í næstum fer Føroya Banki at lækka renturnar. Broytingarnar verða framdar orsakað av broyttu rentunum hjá Tjóðbankanum og yvirskipaðu gongdini á marknaðinum.

Broytingarnar eru galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar, og ítøkiliga er talan um hesar broytingar:

  • Útlánsrenturnar lækka við upp til 0,25%-stigum.

  • Allar rentur á bundnu kontunum, so sum eftirlønarkontum og 12 mðr. samansparingskontu, verða óbroyttar, og hetta merkir sostatt, at tað framhaldandi fer at bera til at fáa góða rentu fyri sínar innistandandi pengar.

  • Renturnar á teimum óbundnu kontunum lækka við 0,25%-stigum.

Broytingarnar koma í gildi tann 25. juli 2024.