Føroya Banki eitur nú Bankivik í Grønlandi
Í summar útskrivaði bankin eina navnakapping í Grønlandi við tí endamáli at finna eitt nýtt og grønlendskt navn til bankan. Ikki færri enn 3000 uppskot til nýtt navn komu inn. Avgerð er nú tikin um, at nýggja navnið hjá bankanum í Grønlandi verður Bankivik.
Tá ið samtakið fyrr í ár skifti navn frá BankNordik til Føroya Banka, varð avgerð samstundis tikin um at finna eitt nýtt og meiri viðkomandi navn til grønlendska virksemið. Ein navnakapping varð útskrivað í summar, og undirtøkan var framúr góð. Heili 3000 uppskot til nýtt navn komu inn, og síðani byrjaði ein tilgongd at finna bestu innkomnu uppskotini. Hetta varð gjørt saman við útvaldum starvsfólkum hjá bankanum í Grønlandi, og harumframt varð ein uttanveltað dómsnevnd við dugnaligum grønlendskum fakfólkum sett til at viðgera rúgvuna av uppskotum. Í dómsnevndini sótu Pivinnguaq Mørch, rithøvundur og undirvísari, Naja Paulsen, journalistur, og Arina Kleist, samskiftisfólk.
“Vit vildu finna eitt serstakt og grønlendskt navn til okkara virksemi í Grønlandi og valdu tí at fáa grønlendska fólkið at hjálpa okkum. Vit vórðu púra tikin á bóli av stóra áhuganum fyri at vera við í navnakappingi. Millum tey nógvu ymisku og áhugaverdu boðini, ið komu inn, var Bankivik, sum av dómsnevndini varð valt til at vera eitt gott og serstakt navn, ið sipar til ein reiðiligan, álítandi og rættan banka. Hetta samsvarar væl við okkara virðisgrundarlag og tann mátan, vit leggja okkum eftir at reka okkara virksemi. Vit hava tí valt Bankivik sum nýtt navn í Grønlandi og eru bæði eyðmjúk og errin av, at fleiri hava skotið júst hetta navnið upp, sigur Turið F. Arge,” forstjóri í Føroya Banka-samtakinum .
Bankivik er eitt serstakt og samansett orð og merkir á grønlendskum “ein rættur banki”. Tey, ið skutu navnið upp, løgdu í viðmerkingunum áherðslu á týdningin at vera reiðiligur, álítandi og bera seg rætt at. Fleri skutu sama navn upp, og ein heppin vinnari varð funnin við lutakasti, ið fekk heiðurin og 10.000 kr.
Føroya Banki hevur síðani í 2010 havt bankavirksemi í Grønlandi og er sjálvur annar á grønlendska marknaðinum. Sostatt hevur bankin í nógv ár havt týdning fyri at tryggja, at kapping er viðvíkjandi fíggjartænastum á grønlendska marknaðinum. Virksemið í Grønlandi hevur eisini týdning fyri yvirskipaðu fíggjarligu gongdina hjá Føroya Banka-samtakinum, og í roknskapinum fyri triðja ársfjórðing stavaðu 32 mió. kr. av samanlagda úrslitinum frá grønlendska virkseminum.