Føroya Banki høvuðsstuðul hjá Samvinnuni

Føroya Banki heldur fram sum høvuðsstuðul hjá lestrarfelagnum fyri føroysk lesandi á CBS í Keypmannahavn. Samvinnan og bankin hava júst skrivað undir nýggjan stuðulssattmála.

Avtalan inniber, at bankin eisini verður høvuðsstuðul í lestrarárinum 2024/2025. Í Samvinnuni eru tey glað um framhaldandi samstarvið, ið styrkir virksemið hjá felagnum og er ein umráðandi hjálp fyri at felagið kann rekast, og at møguleiki er at hava ymisk tiltøk. 

“Vit eru fegin um at leingja stuðulssamstarvið við tey lesandi á CBS. Eitt av endamálunum við samstarvinum er at geva Samvinnuni betri umstøður at skipa fyri upplýsandi tiltøkum um føroyskt vinnulív, sum vónandi kann virka fyri at gera tað lættari hjá teimum lesandi at koma aftur til Føroya eftir loknan lesnað,” sigur Rúna N. Rasmussen, marknaðarleiðari í Føroya Banka. 




Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv