
Føroya Banki lækkar renturnar
Tann 24. mars lækkar Føroya Banki renturnar hjá bæði privat- og vinnukundum. Broytingarnar verða framdar av handilsligum ávum og orsakað av broyttu rentunum hjá Tjóðbankanum og yvirskipaðu gongdini á marknaðinum.
Talan er um hesar broytingar:
- Innlánsrenturnar lækka við upp til 0,20%-stigum
- Útlánsrenturnar lækka við upp til 0,10%-stigum
Rentugongdin ávirkar ymisk lán á ymiskan hátt
Seinastu árini hava nógvar rentubroytingar verið, ið hava ávirkað kundar, ið hava lán. Fyrst hækkaðu miðbankarnir rentuna fleiri ferðir fyri at tálma inflatiónini. Síðani er rentan lækkað í fleiri umførum seinastu nógvu mánaðirnar, so hvørt sum inflatónin er minkað.
Tá ið kundar skulu avgera, hvat slag av láni teir skulu velja til t.d. bústaðarfígging, er gott at kenna grundleggjandi munin á, hvussu realkredittlán og bankalán verða merkt av rentubroytingum. Talan er nevniliga um tvey púra ymisk lán.
Realkredittlán við skiftandi rentu fylgir marknaðinum neyvt
Eitt realkredittlán við skiftandi rentu fylgir neyvt marknaðinum, og tí broytist rentan á realkredittlánum, so hvørt sum væntaninar hjá marknaðinum broytast. Tað vil siga, at rentan á realkredittlánum broytist, áðrenn Tjóðbankin tekur stig til at broyta sína rentu, og harvið áðrenn bankarnir broyta sínar rentur.
Rentan á bankalánum við skiftandi rentu verður ásett av einstøku bankunum og er tengd at tjóðbankarentuni og handilsligum atlitum hjá einstøku bankunum. Tað merkir, at rentan á bankalánum ikki á sama hátt sum realkredittlánsrentan fylgir marknaðinum neyvt, men verður broytt, tá ið bankarnir taka stig til eina rentubroyting orsakað av broyttum fortreytum.
Samantumtikið ber til at siga, at rentan á realkredittlánum við skiftandi rentu broytist, áðrenn bankalánsrentan broytist. Tá ið rentan er lækkandi, fæst bíligasta rentan sostatt aloftast við at velja realkredittlán við skiftandi rentu, ið gevur fullan ágóða av rentulækkingini. Hetta er vanliga bíligasta bústaðarlánið, og tað er eisini galdandi í løtuni. Tó so hækkar rentan á hesum lánum eisini skjótari enn bankalán, tá ið rentustøðið er hækkandi. Tí eru sum heild størri sveiggj á rentuni á realkredittlánum við skiftandi rentu enn á rentuni á bankalánum.
Góð innlánsrenta hóast rentulækingar
Hóast rentan hevur verið lækkandi seinastu tíðina, so ber framvegis til at fáa góða rentu fyri pengar, ið standa á kontu í bankanum. Til ber at velja millum fleiri samansparingarkontur, ið kunnu brúkast til ymisk endamál. Eisini ber til at stovna egnar samansparingarkontu beinleiðis í netbankanum.