Lættari at brúka Visa/Dankort í Apple Pay

Brúkar tú Apple Pay, tá ið tú rindar við Visa/Dankorti í handlum ella á netinum? So hevur tú kanska varnast, at eitt hámark er fyri, hvussu nógvar pengar tú til samans kanst brúka um mánaðin.

Higartil hevur nýtsluhámarkið verið lægri í Apple Pay, enn um tú brúkar títt vanliga gjaldskort. Hetta verður nú broytt, soleiðis at nýtsluhámarkið verður tað sama í Apple Pay sum á vanliga Visa/Dankortinum.

Broytingin hendir tó ikki sjálvvirkandi, so um tú vilt hava ágóðan av broytingini, mást tú:

  • Trýsta á “Míni kort” í netbankanum á telefonini
  • Velja Visa/Dankortið
  • Trýsta á “Tak burtur” og ógilda kortið í Apple Pay
  • Fara út úr myndini ella lata appina aftur
  • Fara aftur til “Míni kort” í netbankanum, velja Visa/Dankortið og trýsta á “Føj til Apple Wallet

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv