Føroya Banki fær góða meting frá Moody’s
Kredittmetingarfyritøkan Moody’s hevur dagført sína meting av Føroya Banka. Tá ið Moody’s ger eina meting, verða ymisk øki í fyritøkuni mett. Yvirskipað er nýggjasta metingin góð – A2, tó við negativum útlitum. Økið, ið nevnist ”Long-term Issuer Rating”, verður broytt frá A1 til A2, meðan metingin av øllum hinum økjunum er óbroytt síðani seinastu meting, ið varð gjørd í oktober í fjør.
«Vit fegnast um, at vit aftur hava fingið eina góða meting, og at Føroya Banki sum heild verður mettur at vera ein haldgóð og trygg fyritøka við lágum váða. Orsøkin til, at metingin av ”Long-term Issuer Rating” er broytt, er í høvuðsheitum orsakað av broyttari kapitalsamanseting. Føroya Banki hevur í dag hægri eginkapital og lægri fremmandafígging enn við seinastu meting, men í metingarháttinum hjá Moody’s gevur broytta samansetingin av kapitalinum eina verri meting enn seinast. Harafturat vísir metingarfyritøkan á, at gongdin í lánum til veikar kundar er orsøk til negativu útlitini. Talan er bert um einstakar vinnukundar í Føroyum og Grønlandi og sostatt ikki eitt generelt mynstur. Yvirskipað sæð hava vit ein kundaskarða, sum stendur seg væl og klárar at svara sínum skyldum, so vit meta, at framtíðarútlitini sum heild eru góð”, sigur Turið F. Arge, forstjóri.
Tú kanst lesa meira um metingina hjá Moody’s her.
Nógvir stórir íleggjarar, t.d. pensjónsfeløg, gera bert íløgur í fyritøkur, ið hava eina kredittmeting, og tí kann metingin frá Moody’s vera við til at draga fleiri íleggjarar at Føroya Banka. Harumframt gevur kredittmetingin møguleika fyri at fáa betri treytir, tá ið bankin skal taka lán ella útgeva lánsbrøv.

Nærri upplýsingar:
Arnhold Olsen, fíggjarstjóri, telefon: 23 04 75
