Handil í Netbankanum

Í Netbankanum kanst tú røkta og fylgja við tínum íløgum alt samdøgrið. Tú hevur yvirlit yvir tína virðisbrævagoymslu, tú kanst keypa og selja umframt fáa marknaðarkunning og fylgja kursgongdini.

Soleiðis byrjar tú

Fyrstu ferð tú handlar virðisbrøv í Netbankanum, skalt tú lesa handilstreytinar og góðtaka tær. Hetta gert tú við at fara inn á Netbankan, vel "Avtalur" og trýst á "Íbindingaravtala".

Síðani velur tú "Tilmelding ella frámelding av funkum". Set flugubein í fyrsta kassa út fyri "Virðisbrøv". Nú kanst tú síggja tínar goymslur, og keypa ella selja virðisbrøv umvegis Netbankan.

Keyp partabrøv á snildfonini

Tú kanst eisini keypa og selja partabrøv við snildfonini - uttan mun til tíð og stað. Er hetta nakað fyri teg? So set teg í samband við tín ráðgeva, sum fegin hjálpir tær í gongd.

Fyrimunir við at brúka Netbankan til keyp og sølu av virðisbrøvum

  • Kurtagan er lægri
  • Altíð dagførd marknaðarkunning
  • Tú hevur gott yvirlit yvir tínar íløgur - alt samdøgrið
  • Tú fært atgongd til keypskálar í øllum heiminum
Mand, der sidder med en laptop

Tú røktar íløgurnar

Góð ráð til tín, sum vilt røkta íløgurnar sjálv/ur.

Vit røkta íløgurnar fyri teg

Fá meira at vita um, hvussu vit kunnu hjálpa tær.

Góð ráð til tín, ið keypir fyrstu ferð

Les meira um ymisku møguleikarnar, tá tú skalt keypa virðisbrøv.

Íløgutíðindi

Fá nýggjastu tíðindini og viðmerkingarnar um støðuna á íløguøkinum.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv