Góð ráð til tín, ið keypir fyrstu ferð
Sum óroyndur íleggjari hevur tú óivað nógvar spurningar, tá ið tú fyrstu ferð skalt keypa partabrøv. Hvussu gert tú, hvat skalt tú keypa, hvussu nógv kanst tú keypa, og hvat skalt tú serliga hugsa um?
Soleiðis gert tú
Tá ið tú skalt keypa sjálvt partabrævið, setir tú teg í samband við okkum. Síðani stovna vit tær eina partabrævagoymslu, t.e. eitt slag av kontu, har partabrøvini verða goymd. Eisini skalt tú undirskriva nøkur avtaluskjøl um handil við partabrøvum.
Taka støði í tínum tørvi
Kundi tú hugsað tær at fingið íløguráðgeving, bjóða vit tær á fund í bankanum, har vit greina tín tørv og fáa yvirlit yvir tínar møguleikar. Síðani verður ein íløguavtala gjørd, sum er grundarlagið undir tínum framtíðar íløgum. Í íløguavtaluni sæst m.a., hvussu stóran váða tú ynskir at átaka tær, hvussu leingi tú vilt binda teg til einstøku íløgurnar, og hvørt tú hevur royndir við at keypa partabrøv og onnur virðisbrøv.
Tú kanst eisini bara stovna eina virðisbrævagoymslu, og so ber til hjá tær at keypa partabrøv beinleiðis í Netbankanum.
Hent at vita um virðisbrøv
Hvat er eitt lánsbræv?
Tá ið tú keypir eitt lánsbræv, svarar tað í veruleikanum til, at tú lænir tí, sum skrivar lánsbrøvini út, pengar. Talan kann bæði vera um lán til eina fyritøku ella almennar myndugleikar. Afturfyri fært tú rentu og/ella ein kursvinning áðrenn ein ávísan lokadag. Les meira um lánsbrøv her.
Hvussu minki eg um váðan?
Um tú ynskir at minka um váðan, sum tú átekur tær, tá ið tú gert íløgur, er tað umráðandi at spjaða íløgurnar millum nógv ymisk partabrøv og lánsbrøv. Nógvir íleggjarar velja at brúka íløguprógv ella íløgufeløg, sum leggja upp fyri hesum við at tryggja eina góða spjaðing og sostatt minka um váðan.
Tú kanst eisini røkta tínar íløgur sjálv/ur, men tað krevur bæði vitan og tíð. Tí kann tað vera trupult at røkta íløgurnar á nøktandi hátt, um tú ikki brúkar nógva tíð og ikki hevur serligan kunnleika til partabrævamarknaðin. Hetta er ein høvuðsorsøk til, at tað eru so nógvir íleggjarar, sum velja at lata bankan røkta íløgurnar fyri seg.
Eisini ber til at býta íløgurnar í tveir partar, har annar verður røktaður av okkum í bankanum, meðan tú sum íleggjari sjálvur tekur tær av at røkta ein part. Á tann hátt kanst tú tryggja tær, at ein partur av tínum íløgum fær professionella og støðuga røkt, meðan tú sjálv/sjálvur gert íløgur fyri ein part.
Hvat er eitt partabræv?
Tá ið tú keypir eitt partabræv, verður tú partaeigari í einari fyritøku, sum hevur skrásett partabrøvini á keypskálanum. Kursurin á einum partabrævi endurspeglar vanliga evnini hjá fyritøkuni at vinna pengar í løtuni ella í longdini. Les meira um partabrøv her.