Íløgur í partabrøv
Tá tú keypir eitt partabræv, verður tú partaeigari í einum partafelag, sum gevur partabrøvini út. Váðin fyri tapi er avmarkaður til ta upphædd, sum tú hevur sett í, meðan tín møguleiki fyri vinningi er óavmarkaður.
Um tú gert íløgur í partabrøv, eigur tú at spjaða tínar íløgur á fleiri fyritøkur, og tað er eisini eitt gott hugskot at hava ein lutfalsliga langan tíðarkarm. Harvið minkar tú um váðan við tíni íløgu og økir møguleikan fyri vinningi.

Marknaðargreining hjá BankNordik
Her finnur tú greining av fíggjarmarknaðunum hjá BankNordik, sum verður nevnd BankNordik Markets Update. Her kanst tú lesa bankans metingar av fíggjarmarknaðnunum umframt okkara yvirskipaðu tilmæli.
Les BankNordik Markets Update her.