Ger íløgur í ein heim av møguleikum
Vilt tú hava serfrøðingar at taka sær av tínum íløgum? Og vilt tú avmarka váðan fyri tapi við at spjaða tína íløgu á fleiri virðisbrøv? So er tað ein fyrimunur fyri teg at gera íløgur gjøgnum eitt íløgufelag heldur enn at gera íløgur sjálv/ur.
Nøkur feløg egna seg best til vanliga samansparing og pensjónssamansparing. Onnur feløg gera íløgur í vinnugreinar og virðisbrøv, sum hava stórar møguleikar fyri vinningi og samsvarandi váða. Onnur hóska seg betur til stuttskygdar íløgur við lítlum váða fyri sveiggjum í kursinum.
Samstarv við BankInvest og SparInvest
BankInvest og SparInvest eru bæði samansett av fleiri íløgufeløgum, sum hava hvør sítt fokus. Tað merkir, at tú ígjøgnum BankInvest og Sparinvest fært atgongd til at gera íløgur í nógv ymisk og spennandi øki.Nøkur feløg egna seg best til vanliga samansparing og pensjónssamansparing. Onnur feløg gera íløgur í vinnugreinar og virðisbrøv, sum hava stórar møguleikar fyri vinningi og samsvarandi váða. Onnur hóska seg betur til stuttskygdar íløgur við lítlum váða fyri sveiggjum í kursinum.
Fyrimunir við at gera íløgur gjøgnum íløgufelag
- Avmarkaður váði gjøgnum spjaðing av íløgunum
- Serfrøðingar taka sær av tínari íløgu
- Stórrakstur gevur tær lágar útreiðslur
- Møguleiki fyri at gera íløgur í útlendsk virðisbrøv
- Møguleiki fyri at gera íløgur í lønandi vinnugreinar
- Møguleiki fyri skattligari optimering eftir tínum viðurskiftum