Realkredittlán og skattlig viðurskifti

Í november 2018 komu nýggjar reglur í gildi fyri realkreditlán fyri egnan bústað, har tú sjálvur býrt, tvs. lán, sum tú hevur rætt til at fáa rentustuðul fyri.

Fyri hesi lán er tað galdandi, at (kapital)vinningur og (kapital)tap, ið er tað sama sum kurs vinningur/tap, ikki skal skattast/kann trekkjast frá. Heldur ikki kostnaðir, tvs. teir ymsu stovningarkostnaðirnir, kunnu dragast frá hesi lán.

Reglur áðrenn november 2018

Tá ið tú tekur eitt realkredittlán, eru ymisk skattlig viðurskifti, ið tú eigur at vera varug/ur við. Bæði í afturgjaldstíðini og í sambandi við, at tú møguliga rindar lánið aftur í úrtíð, kanst tú fáa ein kapitalvinning ella eitt kapitaltap. Henda upphædd, annaðhvørt tað er vinningur ella tap, skal gevast upp í kapitalvinningssjálvuppgávuni.

Ein staðfestur vinningur omanfyri kr. 1.000 er skattskyldugur og skal gevast upp til TAKS. Eitt kapitaltap - uttan mun til upphædd - kann dragast frá einum staðfestum ella komandi kapitalvinningi. TAKS skal hava fráboðan um tapið innan 3 ár, eftir at tapið er staðfest. Eingin fyrningarfreist er ásett í sambandi við møguleikan at mótrokna tap í komandi kapitalvinningi. Tað ber sostatt framvegis til at mótrokna, hóast vinningurin verður staðfestur nógv ár eftir, at tapið er staðfest.

Frádráttur fyri kostnað

Fleiri kostnaðir, sum tú rindar, tá ið tú stovnar eitt realkredittlán, kunnu dragast frá sum kapitaltap. TAKS hevur góðkent ymisku stovningarkostnaðirnar, ið kunnu dragast frá.

Kostnaðir kunnu dragast frá í sama lutfalli, sum árligi avdrátturin. Tað vil siga, at um 1/30 av láninum er afturgoldin eftir einum ári, kann 1/30 av stovningarkostnaðunum dragast frá í kapitalvinningssjálvuppgávuni fyri sama ár. Hevur tú avdráttarfrí ár, ber ikki til at draga nakað frá, av tí at tú ikki rindar avdrátt.

Dømi

Árlig uppgerð av stovningarkostnaði:

Stovningarkostnaður:

15.000 kr.

Avdráttur:

1/30 av restskuldini verður afturgoldin eftir einum ári

At draga frá: 15.000 kr./30 ár = 500 kr./ár 

Rindar tú lánið fult ella lutvíst aftur í úrtíð, kann kostnaðurin dragast frá sum kapitaltap í sama lutfalli sum afturgjaldið. Tí kann ein lutfalsliga størri partur av stovningarkostnaðunum dragast frá sum tap í kapitaluppgerðini í sambandi við afturgjald í úrtíð.

Tá ið lánið verður stovnað

Tá ið eitt realkredittlán verður stovnað, verður eitt kurstap vanliga staðfest. Í heilt fáum førum kann talan eisini vera um ein kursvinning. Annaðhvørt talan er um tap ella vinning, skal tað gevast upp til TAKS. Hátturin at geva upp er tó ymiskur fyri obligatiónslán og kontantlán.

Obligatiónslán - árlig uppgerð
Er talan um eitt obligatiónslán, verður kurstapið ella –vinningurin, sum varð staðfest í sambandi við stovnanina av láninum, ikki skattliga staðfest, tá ið lánið verður stovnað. Tapið ella vinningurin verða ístaðin skattliga staðfest, tá ið avdráttir verða goldnir.

Hetta kann tykjast fløkjasligt, men merkir í stuttum, at upprunaliga staðfest kurstap ella –vinningur skal roknast í sama lutfalli sum árligu avdráttirnir og gevast upp árliga til TAKS. Er talan t.d. um 2% í kurstapi, tá ið lánið verður stovnað, kunnu 2% av árligu avdráttunum dragast frá í kapitalsjálvuppgávuni. Tað vil siga, at um samlaði árligi avdrátturin er 50.000 kr., og eitt kurstap á 2% varð staðfest í sambandi við at lánið varð stovnað, so ber til at draga 1.000 kr. frá sum kapitaltap í sama ári (50.000 * 2% = 1.000). Er talan um kursvinning, skal hetta roknast á sama hátt, sum tá ið talan er um kurstap.

Tú kanst eisini brúka hendan roknaran. Minst bert til, at tú hevur ábyrgd av at tryggja, at uppgerðin er røtt, og at lagt er upp fyri øllum viðkomandi viðurskiftum.

Kontantlán - eingin uppgerð av kapitalvinningi

Í sambandi við vanligt afturgjald av einum kontanláni verða hvørki kursvinningur ella kurstap staðfest. Tá ið eitt kontantlán verður stovnað, verður kurstapið lagt omaná rentuna, so rentan verður hægri, og tú fært rentustuðul av rentuni. Tískil er hvørki talan um kursvinning ella kurstap, sum skal gevast upp til TAKS, í sambandi við kontantlán.

Tað ber tó til at draga stovningarkostnaðirnar frá, eins og nevnt omanfyri, og í tí sambandi kann hesin roknarin eisini brúkast.

Um lánið verður goldið aftur í úrtíð

Tá ið eitt realkredittlán verður goldið aftur í úrtíð, verða kursvinningur ella kurstap vanliga staðfest, og hetta skal upplýsast á kapitalvinningssjálvuppgávuni. Kursvinningur ella -tap verða gjørd upp við at rokna munin á obligatiónsvirðinum í sambandi við útvegan og sølu, frádrigið lutfalsligu stovningarkostnaðirnar og kostnaðin fyri umlegging/afturgjald í úrtíð:

Obligatiónsskuld x (kurs ísv. stovnan – kurs ísv. aftugjald) / 100 – kostnað

Dømi
500.000 kr. verða goldnar aftur í úrtíð til kurs 100. Lánið varð upprunaliga tikið til kurs 97,5, lutfalsligi reststovningarkostnaðurin er 4.269 kr., og kostnaðurin í sambandi við afturgjald er kr. 750:

500.000 kr. * upprunakursin á 97,5

 487.500 kr.

Lutfalsligur stovningarkostnaður 

 - 4.269 kr.

Útvegnarvirðið

 483.231 kr.

   
500.000 kr. * kursin ísv afturgjald á 100  500.000 kr.
Kostnaður í samband við afturgjald
 + 750 kr.
Søluupphædd  500.750 kr.
   
Kurstap = útveganarvirðið minus søluupphædd  - 17.519 kr.

Kapitalvinningssjálvuppgávan

Tá ið tú fyllir kapitalvinningssjávuppgávuna út, verður kapitalvinningur skrivaður í teig K2 í , og kapitaltap verður skrivað í teig K12.

TAKS kann krevja, at uppgerðin verður skjalprógvað, og tí er tað umráðandi, at tú goymir skjalprógv fyri kostnaðin. Tá ið lánið verður stovnað, sendir DLR eina samlaða uppgerð av kostnaðum, sum eru goldnir til DLR. Aðrir kostnaðir, sum eru goldnir bankanum, eru at finna á kontuavritinum og eru bókaðir í sambandi við, at lánið varð stovnað.

Realkredittlán

Tá tú skalt byggja ella keypa bústað, er realkredittlán ein møguleiki.

Byggikredittur

Ein fyribils fígging, sum fíggjar byggingina við eini kappingarførari rentu, so hvørt sum arbeiðið gongur framá.

Bústaðarkeypið

Fyri fólk flest er eitt bústaðarkeyp ein sera stór avgerð og helst tann størsta íløgan, tá ið samanum kemur.

Sethúsatrygging

Tær røttu tryggingarnar geva tær eina fíggjarliga trygd, um skaði kemur á títt heim. 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv