Bústaðarkonta 

Hugsar tú um at keypa, byggja um ella umvæla bústaðin? So er tað ein fyrimunur at hava samanspardan pening tøkan.

Við eini bústaðarkontu er tað fíggjarliga lættari bæði at keypa, at byggja og at byggja um. Peningurin á eini bústaðarkontu verður bundin til keyp og umvæling av bústaði.

Fyrimunir:

  • Renta: 2,20%
  • Hámark er 1.000.000 kr. (onki lágmark)
  • Kann gerast til felagskontu
  • Tú kanst nýta peningin til bæði keyp og umvæling av bústaði
  • Garantiformuen verjir innlán upp til 100.000 evrur (uml. 750.000 kr.)

Vert at vita

  • Tú kanst bert hava eina bústaðarkontu
  • Kontan gongur út aftaná 10 ár
  • Um kontan gongur út ella peningurin ikki verður nýttur til endamálið, verður kontan ein samansparingarkonta við 3 mðr uppsøgn, og missir samstundis eykarentuna, ið bústaðarkontan hevur
  • Kann ikki brúkast til pensjón, íløgur og aðrar bundnar pengar
  • Kontan gongur út aftaná 10 ár

Hvussu nógv skal eg spara saman?

 

Fyri at fáa greiði á, hvussu nógv tú skalt spara saman, er gott at vita:

  • Hvussu nógv tú hevur eftir hvønn mánað
  • Hvussu dýrur bústaðurin verður
  • Hvussu stórt lán tú kanst taka
  • Um tú frammanundan hevur eina upphædd, sum tú kanst brúka

Ofta settir spurningar

Hvussu stovni eg kontuna?
Set teg í samband við tín ráðgeva ella ring til okkara á tlf. 330 330.
Hvør kann stovna eina bústaðarkontu?
  • Øll, ið eru 18 ár og eldri, kunnu stovna kontuna.
  • Fleiri kunnu standa fyri kontuni og sostatt eiga hana saman.
Hvussu høg er rentan?
Sí rentuyvirlit her.
Er hámark fyri innistandandi upphædd?
Upphæddin á kontuni kann í mesta lagi vera 1.000.000 kr.
Hvat skal kontan brúkast til?
  • Eginpening í sambandi við bústaðarfígging
  • Keyp av ávíkavist grundstykki, sethúsum og íbúð
  • Sethúsabygging / íbúðarbygging
  • Umvæling og/ella umbygging av bústaði. Hetta fevnir eisini um bilhús, tún, garð, fast innbúgv t.d. køkur, gólv o.s.fr.
Eru avmarkingar í sambandi við útgjald?
  • Fyri at tryggja at peningurin verður brúktur til rætta endamálið, skalt tú skjalpróva, hvat peningurin verður brúktur til, t.d. skeyti, tinglýsing, rokningar/kvittan fyri umvælingar.
  • Tað er gjørligt at fáa lutvíst útgjald, um peningurin verður nýttur til rætta endamál.
Hvat hendir um eg angri?

Um tú angrar og vilt nýta peningin til annað endamál enn til bústaðin, verður kontan gjørd um til eina kontu við uppsagnarfreist á tríggjar mánaðir, og partur av útgoldnu rentuni verður tikin aftur. Um uppsagnarfreistin ikki verður hildin, verður straffirenta løgd á.

Trygd - par á kundafundi

Fígging

Ymiskir hættir at fíggja nýbygging og  umvæling av bústaðnum.

Hvat kostar tað?

Rokna teg fram til, hvussu nógv tú kanst læna.

Áðrenn tú byrjar

Hvat skalt tú serliga hava í huga, áðrenn tú byrjar.

Orkusparandi ábøtur

Tað kann minka um orkunýtsluna, um tú bjálvar húsini og skiftir vindeygu.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv