Webinar

Bústaðarkeyp í Danmark

Nógvir føroyingar keypa sær summarhús ella gera íløgu í eina íbúð, tá ið børnini fara til Danmarkar í lestrarørindum. Tað kann tó tykjast fløkjasligt at fara í holt við at keypa bústað í Danmark, tá ið tú býrt í Føroyum.

Annaðhvørt tú umhugsar at keypa børnunum eina lestraríbúð, ella tú ynskir tær eini summarhús við donsku strondina, er nógv at hugsa um og taka støðu til.

Her á síðuni sært tú webinarið Bústaðarkeyp í Danmark og spurningar og svar frá webinarinum.

 

Webinarið sært tú her

               Spurningar og svar

Hvat er fyrsta stigið ein skal taka, tá bústaður skal keypast í Danmark?

Tað fyrsta ein eigur at gera er at tosa við sín kundaráðgeva um fígging, og at fáa tey skattligu viðurskiftini upp á pláss. Er ætlanin at leiga ognina út, kann tað vera eitt gott hugskot at tosa við ein grannskoðara úr Føroyum fyri at tryggja, at skattligu viðurskiftini í Føroyum eisini eru í lagi.
Í Danmark er púra vanligt, at ein advokatur umboðar keyparan og tryggjar, at ognin kann leigast út ella brúkast til summarhús.

Tað er umráðandi at hava í huga, at tað kann taka langa tíð at avgreiða eitt bústaðarkeyp í Danmark. Yvirtøkan av bústaðnum kann taka nakrar mánaðir. 

 
Hvussu nógv skal ein hava í eginfígging?

Hugt verður eftir samlaðu fíggjarviðurskiftunum hjá kundanum, hvat slag av ogn talan er um, hvar í landinum ognin er o.s.fr.. Tí er tað umráðandi at tosa við sín ráðgeva um síni fíggjarviðurskifti, áðrenn avgerðin verður tikin um at keypa bústað í Danmark.

Er ein leigusáttmáli umráðandi í sambandi við foreldrakeyp?

Tað er umráðandi at gera ein leigusáttmála av fleiri orsøkum. Tann sum leigar, hevur kanska tørv á at søkja um uppihaldsstuðul (boligstøtte), og tá er neyðugt at hava ein leigusáttmála. 

Skal barnið búgva saman við sjeiki, vinfólkum ella øðrum, kann ein leigusáttmáli, sum eisini tekur atlit til framleigu, tryggja at hesi fólkini flyta út aftur úr bústaðnum, um tørvur verður á tí. 

Eru viðurskifti sum fólk ofta ikki vita, tá talan er um foreldrakeyp?

Nógv gerast kløkk, tá tey finna útav, hvussu stóran týdning aldurin og standurin á ognini hevur, tá leigukostnaðurin skal ásetast. Eisini kann tað gerast dýrt at keypa bústaðin fyri fullan marknaðarprís, um ein eisini skal rinda fyri umvæling o.a. seinni. Hetta er vanliga nakað, sum ein ráðgevi eisini hyggur eftir. 

Hvat er umráðandi at hugsa um tá talan er um foreldrakeyp?

Tað er umráðandi, at ein setir seg inn í fíggjarligu og skattligu viðurskiftini. Leigukostnaðurin eigur at verða ásettur beinanvegin, tá hann er avgerandi fyri, hvussu fíggjarligu viðurskiftini koma at hanga saman. Tað er umráðandi, at ein konta verður stovnað, sum bara er knýtt at leigumálinum, so skattamyndugleikar finna alla skjalfesting á sama stað. 

 
Nær og hvar skal skatturin gjaldast, um tað verður keypt ella selt við vinningi fyri eyga?

Um ein bústaður er keyptur við tí fyri eyga at verða seldur aftur við vinningi, er vinningurin skattskyldugur. Søluvinningurin er í flestu førum skattskyldugur í bæði Danmark og í Føroyum.