Kvinnur og pensjón
Lægri inntøka og styttri tíð á arbeiðsmarknaðinum. Hetta eru helst høvuðsorsakirnar til, at kvinnur ofta eru afturúrsigldar, tá ið tað ræður um pensjónssamansparing. Av tí at kvinnur samstundis liva longur enn menn, er tað eyðsæð, at pensjónssamansparingin hjá nógvum kvinnum neyvan er í samsvari við ímyndina av eini fjálgari pensjónstilveru, har tað eisini er ráð til at liva.
Tað eru sostatt ofta hesi trý viðurskiftini, sum hava við sær, at pensjónssamansparingin hjá kvinnum er lægri enn hjá monnum.
-
Kvinnur hava í miðal lægri inntøku enn menn
-
Kvinnur eru samanlagt styttri á arbeiðsmarknaðinum orsakað av barnsburðarfarloyvum og parttíðarstørvum
-
Kvinnur liva longur enn menn
Set pensjónina í íløgur
Fyrimunir:
- Økir møguleikan fyri størri avkasti av tínari pensjónssamansparing
- Tú fært eina persónliga pensjónsskipan, ið verður lagað eftir tær og tínum íløguprofili
- Okkara serfrøðingar hava støðugt eftirlit við og røkta tínar íløgur
- Tú hevur fult yvirlit og gjøgnumskygni í Netbankanum
Lítil áhugi, stór avleiðing
Nógv eru røsk at leggja uttanlandsferðir, jólaveitslur, føðingardagar og onnur tiltøk til rættis í góðari tíð. Men tá ið tað snýr seg um aldurdómin, gerst tað óítøkiligt, minni spennandi at tosa um, og hugurin til at leggja til rættis hvørvur. Uttan mun til um tú ert í 30-unum, 40-unum ella 50-unum, er tað av alstórum týdningi, at tú hugsar um framtíðina og tilveruna eftir arbeiðslívið – tess fyrr, tess betri. Tín pensjónssamansparing kann nevniliga verða avgerandi fyri, um tú kanst liva tað lívið, sum tú ynskir, tá lønin skal skiftast út við pensjónina.
Kyn og fíggjarviðurskifti
Hyggja vit eftir pensjónssamansparingini hjá føroyingum, so hava menn eina pensjónssamansparing, sum er áleið 25% hægri enn hjá kvinnum. Tað eru serliga kvinnur, sum búgva uttan fyri miðstaðarøkið, sum hava eina lága pensjónssamansparing - munurin millum kynini, sum eru búsett uttan fyri Tórshavnar kommunu, er áleið 38%. Fyri tey, sum eru búsett í Havnini er munurin 12%.
Hetta vísa nýggj tøl hjá Føroya Banka. Tølini taka støði í miðvirðinum og skulu takast við fyrivarni, tí fleiri kunnu hava sína pensjónssamansparing í fleiri feløgum.