Bústaðarsølan stig fyri stig

Umhugsar tú at selja, er tað eitt gott hugskot at leita tær ráðgeving hjá ognarmeklara ella advokati. Á tann hátt kanst tú fáa eina meting av bústaðnum umframt ráðgeving um sølutilgongdina.

Eisini mæla vit tær til at tosa við okkum tíðliga í tilgongdini, so tú kanst fáa greiðu á, hvussu eina søla fer at ávirka tíni fíggjarviðurskifti. 

Annaðhvørt tú selur sjálv/ur ella brúkar serkøna ráðgeving, kann tað vera skilagott at fáa ein serkønan at gera eina meting av húsunum. Á tann hátt fært tú eina ábending um, hvønn prís tú kanst vænta tær. 

Privat søla ella serkøn ráðgeving?

Tú mást fyrst og fremst taka støðu til, um tú sjálv/ur vilt taka tær av søluni, ella um tú vilt brúka ein serkønan, t.d. ognarmeklara ella advokat. Tað er umráðandi at tú gert tær greitt, hvørjir fyrimunirnir og vansarnir eru við báðum møguleikum.

Privat søla setur krøv til tín

Um tú ynskir at selja bústaðin uttan at brúka ognarmeklara ella advokat, sparir tú útreiðslurnar til hesa ráðgeving. Hinvegin setir hetta sera stór krøv til tín, tí tað er ein rúgva av viðurskiftum, ið tú skalt hugsa um, tá ið tú selur eina ogn. Minst til, at tú hevur ábyrgd av, at allar upplýsingar, ið tú gevur keypara, eru rættar. Um tú gert okkurt mistak, kann tað enda við einum endurgjaldskravi. Tí kunnu pengarnir til serkøna ráðgeving í flestu førum væl løna seg.


Prísurin


Tað er umráðandi, at tú hugsar um, hvat tú ynskir og væntar at kunna fáa fyri bústaðin. Kanska hetta verður avgerandi fyri, hvørjar møguleikar tú hevur fyri at keypa ein annan bústað. Stødd, standur, staðseting og yvirskipaða støðan á bústaðarmarknaðinum eru viðurskifti, ið hava stóra ávirkan á, hvat tú kanst vænta at fáa fyri bústaðin. 

Serkøn hjálp kostar, men gevur tryggleika

Velur tú at brúka ognarmeklara ella advokat, fært tú serkøna hjálp frá fólki, ið dagliga taka sær av bústaðarsølu, og sum tí hava holla vitan innan økið. Tú kanst velja, um tú vilt hava ráðgeving til alla sølutilgongdina, ella um tú bert vilt hava hjálp til t.d. virðismeting, húsaskoðan og skeyti. 

Velur tú at fáa serkøna hjálp til alla tilgongdina, verða øll praktisk viðurskifti í sambandi við søluna avgreidd fyri teg. Advokatur ella ognarmeklari lýsa bústaðin til sølu fyri teg og taka sær av boðum, ið koma inn, umframt at bústaðurin verður sýndur fram fyri áhugaðum keyparum fyri teg. Eisini verða øll neyðug skjøl gjørd, eins og tú hevur vissu fyri, at alt verður gjørt eftir forskriftunum. 

Skeytið

Eitt skeyti inniheldur upplýsingar um bústaðarsøluna, navn á seljara og keypara, bústaðin á ognini, søluupphædd, møguligt pant, servituttir og yvirtøkudag. Skeytið verður vanliga skrivað við hjálp frá advokati ella ognarmeklara. 

Hví tekna eina ognarskiftistrygging?

Tryggingin tryggjar bæði seljara og keypara móti ókendum feilum. Á tann hátt slepst undan einari støðu, har seljari ella keypari skulu rinda eina stóra peningaupphædd, tí at bústaðurin eftir yvirtøkuna vísir seg at vera í verri standi, enn keypari av røttum kundi væntað.

Tá keyparin er funnin

Tá keyparin er funnin og prísurin avtalaður skal keypsavtalan undirskrivast. Vit mæla tær til at fáa serkøna hjálp til tess at tryggja, at øll fíggjarlig og løgfrøðilig viðurskifti verða rætt handfarin. Tosa tí við ein advokat ella ognarmeklara, tá ið søluavtalan skal gerast.

Um tú selur sjálv/ur, skalt tú eisini seta teg í samband við okkum, tá ið keyparin er funnin, so vit kunnu avtala, hvagar peningurin frá søluni verður fluttur.

Ognarmeklari kann vera ein góð íløga

Fá meira at vita um, hvussu Skyn kann hjálpa tær við søluni.

Ungt par med flyttekasser og en plante

Góð ráð um bústaðarsølu

Nógv er at hugsa um, tá ið bústaðurin skal seljast.

Søla ella umvæling

Loysir tað seg betur at umvæla ella selja?

Tá ið sølan er framd

Hvat skalt tú tá hugsa um?

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv