Gift ella sambúgvandi?
Møguliga geva tit tí ikki gætur, men tað er ein sannroynd, at tað ávirkar tykkara fíggjarligu og løgfrøðiligu viðurskifti, hvørt tit eru gift ella sambúgvandi.
Sum sambúgvandi er meira at taka støðu til
Um tit verða gift, henda nógvar sjálvvirkandi broytingar, sum ávirka tykkara fíggjarstøðu. Eru tit ikki gift, eru tit ikki sjálvvirkandi tryggjað, um annar tykkara verður sjúkur, doyr, ella um tit fara frá hvørjum øðrum.
Felags bústaðurin
Eru tit sambúgvandi, arva tit ikki sjálvvirkandi hvønn annan. Tí er viðkomandi at hugsa um, hvørt tað fíggjarliga ber til hjá øðrum tykkara at vera búgvandi í felags bústaðnum, um annar doyr.
Pensjón og tryggingar
Pensjónssamansparing og lívstryggingar verða arvað av næstu avvarðandi, t.e. familjuni. Eru tit ikki gift, ber tó til at gera serstaka avtalu til tess at tryggja, at sambúgvin fær útgjaldið, um illa vil til. Tit eru altíð vælkomin at tosa við okkum um hetta. Vit ráðgeva dagliga øðrum í somu støðu.