Peningaligu viðurskiftini
Tað er ein stórur fyrimunur, um tit tosa um peningaligu viðurskiftini og tykkara ætlanir fyri framtíðina, áðrenn tit flyta saman. Á tann hátt avmarka tit tær misskiljingar og ósemjur, sum hetta evnið kann hava við sær.
Ein góð byrjan
Hóast tað kann tykjast ódámligt at tosa um pengar, so er tað ein sannroynd, at júst hetta evnið kann gerast eldfimt í parløgum, har partarnir hava vantandi innlit í peningaligu viðurskiftini hjá hvørjum øðrum. Tað er skilagott, um tit m.a. tosa um, hvønn hugburð tit hava til peninganýtslu, samansparing o.s.fr. Á tann hátt kunnu tit betra fíggjarligu fortreytirnar fyri tykkara felags tilveru, og tit fyribyrgja samstundis misskiljingum.
3 mátar at halda skil á felags útreiðslum
- Bæði gjalda somu upphædd á eina fíggjarkontu, haðani allar fastar útreiðslur verða goldnar. Harumframt rinda tit somu upphædd til eina felags kontu til mat o.a., sum tit kunnu hava tvey gjaldskort til.
- Inntøkurnar hjá báðum fara á somu kontu, sum bæði síðani brúka av til allar útreiðslur.
- Bæði rinda til felags útreiðslurnar - tó flytur tann, ið hevur hægri inntøku, eina størri upphædd til felags konturnar hvønn mánað. Bæði hava sostatt eisini ein part av inntøkuni til egna nýtslu.
Hvussu vilja tit brúka pengarnar?
Ein fíggjarætlan og ein fíggjarkonta eru góð amboð til at geva yvirlit og til at stýra felags útreiðslum og nýtslu. Við eini fíggjarætlan kunnu tit eisini gera tykkara ynski fyri framtíðina meira ítøkilig við at seta pening av hvønn mánað, t.d. til bústað, bil, barnavogn, uttanlandsferðir o.s.fr.
Skuld
Um annar tykkara ella bæði hava skuld, mugu tit hugsa um, hvussu hetta ávirkar felags fíggjarstøðuna hjá tykkum. Annaðhvørt tit velja at vera felags um at rinda skuldina aftur, ella tit gera tað hvør sær, so hevur skuldin ávirkan á tykkara fíggjarstøðu og tykkara møguleikar fyri at taka nýtt lán til t.d. hús ella bil. Vit mæla tykkum til at leggja eina ætlan fyri, hvussu skuldin kann gjaldast aftur.