Búskifti
Tá ið eitt heim skal býtast í tvey, er munur á, um tit hava verið gift ella ikki – hetta kann vera rættiliga avgerandi fyri, hvussu býtið verður gjørt.
Um tit eru ógift
Eru tit ógift og fara hvør til sítt, er meginreglan tann, at tit fara frá hvørjum øðrum við teimum ognunum, sum tit hvør í sínum lagi høvdu áðrenn parlagið. Tú ábyrgdast eisini fyri skuldina, sum er í tínum navni.
Tá ið reglurnar fyri ógift ikki eru tær somu sum fyri gift pør, kann tað hava trupulleikar við sær, um annar tykkara hevur goldið útreiðslur uttan at standa fyri ognunum, t.d. bili ella húsi. Stendur bilurin til dømis skrásettur í navninum hjá øðrum tykkara, meðan bæði standa fyri láninum, so hevur annar rætt til bilin, meðan bæði skulu gjalda skuldina.
Í summum førum ber tó til at fáa hjálp til hetta frá Skiftirættinum ella dómstóli. Til dømis semjast summi um, at annar fær endurgjald frá hinum partinum.
Kunnu tit ikki semjast um, hvussu ognirnar skulu býtast tykkara millum, viðmæla vit, at tit seta tykkum í samband við ein advokat, sum kann ráðgeva tykkum um rættindi og møguleikar.
Um tit hava verið gift
Eru tit gift, hava tit helst felagsogn. Hetta merkir, at tit skulu býta tað millum tykkara, sum tit tóku við tykkum inn í hjúnabandið, uttan so at tit hava avtalað, at okkurt er serogn.
Fyri at kunnu býta búgvið, skulu tit hvør í sínum lagi gera upp tykkara búgv. Hetta verður gjørt við, at tit áseta virðið á tað, sum tit í hvør sínum lagi eiga og skylda. Eftir hetta verður búgvið býtt á fylgjandi hátt:
- Um báðir hjúnarfelagar eiga meira, enn teir skylda (positivan búpart), verður búgvið býtt soleiðis, at báðir partar fáa líka.
- Um annar parturin skyldar meira, enn viðkomandi eigur (negativan búpart), so deila partarnir bara partin hjá tí hjúnafelagnum, sum hevur positivan búpart. Búparturin verður býttur í tveir líka stórar partar.
- Eru báðir búpartarnir negativir, verður einki deilt sundur. Partarnir fáa sínar egnu ognir og skulu gjalda sína egnu skuld.