Fá yvirlit yvir tína fíggjarstøðu
Um tit hava felags fíggjarviðurskifti, er fyrsta stigið at skilja hendan partin sundur. Hetta merkir, at tit skulu stovna kontur hvør sær, bíleggja nýggj gjaldskort og strika møguliga fulltrú og atgongd til kontur og netbanka hjá hvørjum øðrum.
Harafturat skulu tit gera av, hvørjar útreiðslur tit skulu vera felags um frameftir. Hetta kann til dømis vera útreiðslur til dagstovn, frítíðarítriv og eisini fartelefon og tryggingar hjá børnum. Tit skulu eisini gera av, um tað eru onkrar útreiðslur, ið tit skulu vera felags um í tíðarskeiðinum, tit fara frá hvørjum øðrum.
Legg eina fíggjarætlan
Tað er eitt gott hugskot at byrja við at leggja eina fíggjarætlan og sostatt fáa yvirlit yvir inntøkur og útreiðslur. Við at fylgja leinkinum niðanfyri kanst tú fáa nøkur góð ráð og eisini eitt skema, sum tú kanst gera eina fíggjarætlan eftir.
Spar saman
Hóast støðan kann tykjast rættiliga trupul og fløkt, tá ið man júst er farin frá hvørjum øðrum, so er ljós fyri framman – og áðrenn tú veitst av, fær tú tíð og hug at hugsa um framtíðina aftur. Framtíðardreymar kunnu tó vera dýrir, og tí er skilagott at spara saman.
Tað er eisini skilagott at spara saman til óvæntaðar útreiðslur. Tá ið ein er einsamøll ella einsamallur kunnu tær óvæntaðu útreiðslurnar verða eyka tyngjandi, og tí er umráðandi at leggja upp fyri hesum.