Trygging, skattur og pensjón
Tá ið lívið brádliga broytist, er tað umráðandi, at tú tryggjar tær, at tú framvegis hevur fíggjarligt fótafesti, tá ið talan er um trygging, skatt og pensjón. Tí mæla vit til, at tú leitar tær ráðgeving, soleiðis at tú kanst fáa eitt greitt yvirlit yvir tína støðu og nakrar góðar loysnir til júst tín tørv.
Hetta skalt tú serliga hava í huga:
- Um tín pensjónssamansparing byggir á, at tit eru tvey, sum gjalda til lívsins uppihald í pensjónstilveruni, minst so til, at tað ikki er vist, at tykkara pensjónsskipanir verða býttar millum tykkara, tá ið tit fara hvør til sítt. Eftirkanna tínar tryggingar, sum eru knýttar at tíni pensjónssamansparing (til dømis lívstryggingar og tryggingar, sum taka við sjúku). Tað er umráðandi, at tryggingarnar passa til tína nýggju støðu.
- Um tín nú fyrrverandi maki stendur til at arva tína pensjónssamansparing, ger tær so greitt, um hetta framhaldandi skal vera so.
- Minst til vanlukkutrygging til børnini. Hetta slagi av trygging verður ofta teknað sum ískoyti til tína egnu vanlukkutrygging – tosa við makan um møguligan dekning av tínum hægri tryggingarútreiðslum.
- Nú tú og makin fara frá hvørjum øðrum, er gott at gera møguligar tillagingar í tíni trygging av húsi, innbúgvi, bili o.s.fr.
Skattur
Sama um tit hava livað saman sum gift ella ógift, kann skilnaðurin hava ávirkan á skattin. Fyri at sleppa undan at skula rinda pening aftur í skatti, er tað umráðandi, at tú kannar og kanska broytir tína forskotsuppgerð í mun til rentustuðul, barnapening og líknandi.