Fá tamarhald á nýtsluni
Hóast pengar ikki eru alt, so hevur fíggjarligur tryggleiki stóran týdning fyri tey flestu. Tað snýr seg ikki um eina høga løn ella um at eiga nógv, men um at hava yvirlit yvir sína egnu fíggjarstøðu.
Her eru nøkur góð ráð til, hvussu tú sleppur undan, at fíggjarstøðan fer av leið.
Skipa tína nýtslu
Tú kanst væl liva uttan eina fíggjarætlan, men fyri tey flestu er ein fíggjarætlan hent at hava.
Við eini fíggjarætlan gert tú eitt yvirlit yvir tínar inntøkur og útreiðslur. Tey flestu hava bæði fastar og skiftandi útreiðslur. Fastar útreiðslur eru húsaleiga, lán, gjald til tryggingar, telefon- og elrokningar o.s.fr. meðan skiftandi útreiðslur eru til mat, klæðir, ferðir og alt hitt, sum tú brúkar tínar pengar til. Tað er eitt gott hugskot at áseta eina fasta mánaðarliga upphædd til skiftandi útreiðslur, og tað er eisini eitt gott hugskot at áseta neyvt, hvussu nógvar pengar tú kanst brúka til hendan partin.
Um tú gert eitt yvirlit yvir nýtsluna á hendan hátt, fært tú betri tamarhald á tíni fíggjarstøðu, tí tú snøgt sagt sær, um tú hevur ráð til tína nýtslu.
Stovna eina fíggjarkontu
Tú kanst flyta eina fasta upphædd av tíni lønarkontu til fíggjarkontuna hvønn mánað. So hevur tú betri yvirlit yvir, hvussu nógvar pengar tú brúkar, og hvussu nógvar tú hevur eftir. Samstundis tryggjar tú tær, at tú rindar allar tínar føstu útreiðslur. Útreiðslurnar verða javnt býttar yvir alt árið, og tín fíggjarstøða verður sostatt meira støðug.
Spar saman
Allir mánaðir eru ikki eins. Tey flestu brúka meira pengar í sambandi við frítíð, jól og føðingardagar, og tí er tað eitt gott hugskot at leggja eitt sindur til síðis hvønn mánað til hetta.
Tað er eisini snilt at leggja eitt sindur til síðis til óvæntaðar útreiðslur. Brotnar vaskimaskinan brádliga ella skal bilurin á verkstað, er gott at hava eitt sindur av pengum tøkar.
Vit kunnu hjálpa tær
Tað kann vera ein fyrimunur at savna tíni fíggjarviðurskifti eitt stað. Tú ert vælkomin at tosa við okkum, um tær tørvar hjálp og ráðgeving.
Slepp undan dýrum lánum
Dýr nýtslulán og snarlán kunnu hava stórar avleiðingar við sær. Hesi lánini kunnu ofta vera lokkandi, men sum oftast eru tey nógv dýrari, enn ein gevur sær far um.
Tá ið tú samanber lán, eigur tú altíð at hyggja eftir ÁKP, sum er árligur kostnaður í prosentum. Við at samanbera ÁKP, og ikki bara rentuna á láninum, kanst tú nevniliga síggja, hvat tú í grundini skalt gjalda, tí tá tekur tú hædd fyri bæði rentum og øðrum gjøldum, ið eru knýtt at láninum.
Tillaga nýtslu eftir inntøku
Tað er umráðandi, at tín nýtsla samsvarar við tína inntøku. Hetta gert tú best við at kenna tína fíggjarstøðu og við ikki at brúka meira, enn tú eigur. Hugsa tí um tínar keypsvanar – slepp tær t.d. undan bráðkeypi og legg greiðar ætlanir fyri keypi annars.