Tá fíggjarstøðan er farin av leið
Vil tú sleppa undan tómum lummum og troti? Og kundi tú hugsað tær at havt ráð til tað, sum veruliga hevur týdning fyri teg?
Tað kann kennast trupult at fáa skil á fíggjarstøðuni, men við nøkrum góðum ráðum og vanum, kanst tú koma væl á veg.
Fyrst av øllum er tað umráðandi, at tú góðtekur tína støðu og torir at leita tær hjálp, tá ið tær tørvar hana. Tú ert altíð vælkomin at tosa við okkum - minst til, at vit hava ráðgivið nógvum, sum eru í somu støðu sum tú.
Vegurin til eina betri fíggjarstøðu
1. Fá yvirlit yvir tínar útreiðslur
Ger ein lista við øllum tínum útreiðslum. Ger tær greitt, um tú møguliga kanst sleppa undan onkrum útreiðslum.
2. Finn bíligari loysnir
Kanna møguleikan fyri at fáa bíligari hald, tryggingar v.m.
3. Ver erlig/ur
Tað kann hjálpa, um tú ert erlig/ur, soleiðis at fólkini rundan um teg kenna tína støðu.
4. Spar saman
Legg pengar til síðis hvønn mánað, so tú hevur pengar til óvæntaðar útreiðslur. Minst til at ein lítil upphædd hvønn mánað kann gera stóran mun.
5. Set tær hóskandi mál
Kanska eigur tú at útseta uttanlandsferðina, inntil tú hevur fingið skil á tíni fíggjarstøðu. Eisini eigur tú at sleppa tær undan dýrum skundverðum, dýrum klæðum og øðrum bráðkeypi og hugsa um tað, sum hevur týdning.
Alt ger mun
Sjálvt ein lítil upphædd hvønn mánað kann gera stóran mun. Her eru trý dømi:
- 150 kr. um mánaðin í eitt ár = 1.800 kr.
- 250 kr. um mánaðin í eitt ár = 3.000 kr.
- 400 kr. um mánaðin í eitt ár = 4.800 kr.
Royn okkara roknara
Tú kanst royna okkara roknara, og so kanst tú rokna, hvussu nógv tú skalt leggja til síðis hvønn mánað fyri at røkka tínum máli.