Soleiðis byrjar tú
Tess fyrr tú byrjar at spara saman, tess betri er møguleikin fyri, at tú fært eina nøktandi samansparing. Tí mæla vit tær til at hugsa um pensjón, longu tá tú fært fyrsta starvið. Byrja við at gera tær eitt yvirlit, raðfest og leita tær ráðgeving hjá okkum.
1. Yvirlit
Tað týdningarmesta er, at tú alt fyri eitt gert tær greitt, um tín pensjónssamansparing er nøktandi, og um pensjónsinntøkan fer at kunna rinda tínar útreiðslur, tá tú ert givin á arbeiðsmarknaðinum. Tað kann møguliga tykjast torført at taka avgerð um pensjónslívið, meðan tú enn ert ung/ur, og tí er tað eitt gott hugskot at fáa ráðgeving hesum viðvíkjandi.
2. Raðfesting
Ger tær greitt, hvat hevur týdning fyri teg, tá ið tú fert frá fyri aldur. Um tú t.d. ynskir at ferðast meira og hava tíð til onnur kostnaðarmikil ítriv, kanst tú leggja upp fyri hesum, tá ið tú leggur pensjónssamansparingina til rættis.
3. Ráðgeving
Um tú ivast í, hvat slag av samansparing hóskar best til tín, kanst tú fáa vegleiðing hjá okkum. Vit taka altíð støði í tínum tørvi og tínari støðu. Tað ber eisini til at gera íløgur við pensjónssamansparingini.
Tá ið tú tekur ábyrgd av egnari pensjón, økir tú eisini um møguleikan fyri, at tú kanst liva ta pensjónstilveruna, sum tú ynskir. Tað gevur tær tryggleika - bæði nú og seinni.