Fíggjarligir trupulleikar
Upplivir tú javnan, at tú ongar pengar hevur eftir, áðrenn mánaðurin er liðugur? Og skyldar tú kanska meira, enn tú megnar at rinda aftur?
Fíggjarligir trupulleikar kunnu elva til stúran og svøvnleysar nætur, og tí er umráðandi at fáa skil á fíggjarstøðuni.
Fyri at fáa greiði á tínum fíggjarviðurskiftum, mást tú fyrst vita, hvussu tín fíggjarstøða hongur saman, tí á henda hátt er lættari at halda skil á pengunum og at taka rættar avgerðir.
Fyri ikki at enda í fíggjarligum trupulleikum, er umráðandi, at tú leitar tær hjálp, soleiðis at tú kanst fáa tamarhald á pengunum - og ikki øvugt.
5 góð ráð
- Legg eina fíggjarætlan – og halt teg til hana
- Slepp undan óneyðugum útreiðslum
- Slepp undan dýrum snarlánum
- Slepp undan bráðkeypi
- Spar saman og legg til síðis
Legg eina fíggjarætlan
Við okkara roknara kanst tú leggja eina fíggjarætlan og sostatt fáa betri yvirlit yvir tína fíggjarstøðu.