Tryggingar til børn
Við Barnavanlukkutrygd er barn títt tryggjað, um tað verður fyri óhappi ella fær skaða. Harumframt er barn títt ábyrgdartryggjað, um tú velur Familjutrygd.
Barnavanlukkutrygd
Barnavanlukkutrygd veitir endurgjald, um barnið er fyri óhappi og fær varandi mein. Um barnið t.d. fær tannskaða ella dettur og meiðslar seg á rulluskoytum ella rennihjóli, dekkar Barnavanlukkutrygd. Barnavanlukkutrygd veitir fulnað upp til 1 millión krónur - alt eftir hvussu álvarsom støðan er.
Familjutrygd
Við Familjutrygd er barn títt tryggjað, um tað er atvold til skaða á lutir hjá øðrum. Familjutrygd fevnir sostatt um ta ábyrgd, ið tú sum privatpersónur hevur.
Tryggingin rindar fyri mannskaðar, ið børn yngri enn 5 ár eru atvold til, um tann løgfrøðiliga ábyrgdin einans viðvíkur aldri ella seinu menningini hjá barninum. Á sama hátt verður goldið fyri skaða á lutir, í tann mun skaðin fer upp um 1.500 krónur.
Lívstrygging
Lívstryggingar lætta um – eisini hjá børnunum, um tú skuldi fallið frá. Fleiri møguleikar eru at tryggja tey, ið sita eftir.
-
Lívstrygging: útgoldið verður til tey avvarðandi, um tú doyrt.
-
Restskuldartrygging: verður nýtt at afturgjalda bústaðarlán, um tú doyrt.