Góð ráð til foreldur
Tá vit verða foreldur, fáa vit eina stóra ábyrgd. Vit ynskja at geva børnum okkara so góðar fortreytir sum gjørligt. Eisini tá tað kemur til góðar peningavanar.
Tá barnið sjálvt forvinnur pening
Meðan barnið er undir 18 ár, eru tað tit sum foreldur, ið hava ábyrgd av barninum. Tá barnið verður 15 ár, ræður tað sjálvt fyri peninginum, ið tað hevur forvunnið, t.d. í frítíðarstarvi. Við eini NordikUng kontu kann barnið fáa eitt stað at spara peningin frá frítíðarstarvinum saman.
Gjaldskort til børn og ung
So hvørt sum barnið mennist og gerst eldri, veksur tørvurin á at fáa ræðið á egnum peningi. Í BankNordik bjóða vit tí gjaldskort til ung úr 10 ára aldri. Mastercard Debit Standard kann brúkast í handlum í Føroyum og uttanlands.
Tosa við barnið um pengar og samansparing
Tá ið barnið er komið í skúlaaldur, kunnu tit eisini tosa við barnið um at spara saman til tað, sum tað ynskir sær. Í BankNordik hava vit Vitus sparibússuna, sum ger tað stuttligt hjá barninum at spara saman. Spyrjið eftir Vitus sparibússuni, næstu ferð tit eru í bankanum.
Børn við innliti í samansparing hava góðar fortreytir fyri at fáa skynsamar peningavanar seinni í lívinum.