Sjálvtøkur

Sjálvtøkur

Yvirlit yvir okkara sjálvtøkur 

Set pening inn í sjálvtøkuni

Tú kanst lætt og skjótt seta pengar inn á tína kontu í fleiri av okkara sjálvtøkum.

Soleiðis gert tú
  • Set kortið í sjálvtøkuna sum vanligt
  • Skriva títt loynital
  • Vel ”Onnur tænasta” í yvirlitinum og síðani ”Inngjald við seðlum”
    GG! Tað er umráðandi, at seðlarnir ikki eru rukkaðir, og at teir liggja í einum snøggum bunka, áðrenn tú setur teir inn í lúkuna á vinstru síðu á sjálvtøkuni. Tað ber væl til at hava fleiri ymisk sløg av seðlum í sama bunka.

  • Set seðlarnar inn í vinstru lúkuna
    - Seðlarnir verða sjálvvirkandi drignir inn í sjálvtøkuna, áðrenn lúkan fer aftur. Síðani byrjar uppteljingin, hetta kann taka eina løtu. Tá ið seðlarnir eru taldir, sært tú kontunummarið, sum peningurin verður settur á. Hetta er kontan, sum hoyrir til kortið.

  • Trýst síðani á ”Vátta”.

  • Ert tú liðug/ur at seta pengar inn, trýst so á “Enda”. Skalt tú seta fleiri pengar inn, trýst so á knøttin “Nýtt inngjald”.
    - Upphæddin, sum tú hevur sett inn, sæst á tínari kontu beinanvegin.

  • Minst til inngjaldskortið og kvittan, áðrenn tú fert frá sjálvtøkuni.

Soleiðis ásetir tú aðra upphædd

Soleiðis tekur tú evrur út

Spurningar og svar

Í hvørjum sjálvtøkum kann eg seta pening inn?

Tú kanst seta pening inn í hesum sjálvtøkum:

  • á Oknarvegi í Havn
  • í Miðvági
  • í Klaksvík
  • í Saltangará
  • á Tvøroyri

 

Í hvørjum sjálvtøkum kann eg áseta aðra upphædd?

Tú kanst áseta aðra upphædd í øllum okkara 8 sjálvtøkum. 

Okkara sjálvtøkur finnur tú her:

  • í Skopun
  • í SMS 
  • í Miðvági
  • í Klaksvík
  • í Saltangará
  • á Oknarvegi í Havn
  • á Áarvegnum í Havn
  • á Tvøroyri
Í hvørjum sjálvtøkum kann eg taka fremmant gjaldoyra út?

Í okkara sjálvtøku á Oknarvegi í Tórshavn er tað nú møguligt at taka út:

  • Evrur

  • Pund

  • Dollarar

  • Krónur (einans føroyskar seðlar)

Í hvørjum sjálvtøkum kann eg taka evrur út?

Tú kanst taka evrur út í hesum sjálvtøkum:

  • á Oknarvegi í Havn
  • í Miðvági
  • í Klaksvík
  • í Saltangará
  • á Tvøroyri

Les eisini

Bílegg kort

Bílegg tað kortið, ið hóskar til tín tørv.

Virkja kort

Her finnur tú vegleiðing um, hvussu tú virkjar kortið.

Nándkort

Við nándkorti kanst tú rinda við gjaldskorti uttan at seta kortið í kortterminalin. 

Sperra kort

Um kortið verður stolið, ella tú missir tað burtur.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv